
TÆNASTUR

Fyrireiking
Krympiplastrullur fáast í nógvum støddum, bæði í longd og breidd eins og tjygdirnar eisini eru fleiri. Rullurnar verða keyptar alt eftir hvør uppgávan er. T.d kann ein rulla verða 12m x 30 m.
Ring 211200 og vit ráðgeva tær, so tú fær tað, ið passar til tín tørv.

Monterðan av Krympi-
plast.
Rullunar við Krympiplast, eru foldaðar á ein serligan hátt, soleiðis at tær eru lættar at folda út. Serlig besløg eru til at fyribils festa dúkin á stillasið áðrenn hann verður festur til tillassið.
Við tildekkan av t.d bátum, verða serlig bond brúkt til at festa dúkin við.

Lat okkum monterað og fá røttu loysnina.
Sum við øllum handverki, so skal ein viss erfaring til, fyri at arbeiði verður gott úr hondum greitt. Serliga er tað handfaringin av gasbrennarinum, sum er avbjóðingin.
Vit hava royndinar, bæði til liðugger og ráðgeving.
Ring 211200 og bið um eina demo.
Um okkum
Krympiplast.com er føroyska umboði fyri Dr.Shrink Wrap vørir, í samstarv við Alfa Soulution í Norra. Vit skaffa eisini allar hinar vørðirnar teir umboða.
Vit hava royndirnar, sum kunnu veita tykkum ta røttu tænastuna, um tørvar er á at dekka eitthvørt til.
Hví Krympiplast ?
Seinni árini er tað blivi alt meira vanligt, at inndekka byggningar heilt ella deilvíst í sambandi við nýgerð ella umvæling. Higartil hevur klárt armerað plastik verði brúkt, við teimum eginleikum og lítum, sum hesin dúkur hevur. Vansarir eru nógvir, so sum, nógv arbeiði at festa, ógvusligur larmur í vindi, skræðna lætt o.s.fr.
Hvussu brúkar man Krympiplast ?
Krympiplast dúkurin, verður festur ella lagdur á tað, sum skal dekkast. Eftir at kantarnir eru festir, verður dúkurin hitaður við einum serligum gassbrennara. Hitin fær dúkin til at trekkja seg saman, og harvið strammast hann, til ein " trummuskins " harðan plastdúk, sum ikki slær naka serligt og skræðnar tískil ikki í vindinum. Dúkurin er hvítur og letur tískil ljósið skína ígjøgnum.
Dúkurin verður tryggjaður við Heavy Duty spennibandi ella raftum, sum verða fest til stilladsið, á passaliga nógvum støgum. Hettar fyri at verða stilladsið.
Skuldi hol komi á, so er lætt at seta eina bót á.
3500 m2 Krympiplast til Varðan Pelagic.
2016
Byrjunarár
25
Arbeiði gjørd
6
Gjørdar avtalur
5
Fyrispurningar
2016
Byrjunarár
43
Arbeiði gjørd
6
Gjørdar avtalur
15
Fyrispurningar

Umvæling av bygninginum hjá SEV á Landavegnum í Havn.
Vit valdu at nýta Krympiplast til umvælingina á SEV, tí vit vita, at tað er ein álítandi loysn. Plastið er sterkt og heldur til tað føroyska veðrið. Tað er umráðandi fyri okkum at vit kunna lata okkara viðskiftafólkum eitt gott arbeiði. Tað merkir at vit mugu tryggja góðar karmarnar um bygningin og arbeiðsfólkið.
Fyri at at eitt byggiarbeiði skal hildnast væl, hevur tað avgerandi týdning, at arbeiðsumstøðurnar eru góðar.
Tað fer nógv arbeiðstíð til spillis, bara vegna ringar arbeiðsumstøður. Eg havi sjálvur verið handverkari og veit hvussu torført tað er at arbeiða úti í ringum veðri.
Við Krympiplast fær arbeiðsfólkið betur umstøður og tað ávirkar heilt sikkurt effektivitetin. Eg eri vísur í, at man sparir plastið innaftur í arbeiðstíð.
Tað eru onnur við mær, ið eru samd um at krympiplast er tann besta loysnin. Tíbetur vóru øll samd um at taka prensendingina av og dekka takið til við krympaplast ístaðin.

Umvæling av bygninginum hjá SEV á Landavegnum í Havn.
Martin Poulsen, MAP Arkitektar
Vit valdu at nýta Krympiplast til umvælingina á SEV, tí vit vita, at tað er ein álítandi loysn. Plastið er sterkt og heldur til tað føroyska veðrið. Tað er umráðandi fyri okkum at vit kunna lata okkara viðskiftafólkum eitt gott arbeiði. Tað merkir at vit mugu tryggja góðar karmarnar um bygningin og hjá arbeiðsfólkinum.
Fyri at eitt byggiarbeiði skal hildnast væl, hevur tað avgerandi týdning, at arbeiðsumstøðurnar eru góðar. Tí hevur arbeiðsfólkini ringar umstøðu, so verður arbeiðið ongantíð meira enn næstbest.
Tað fer nógv arbeiðstíð til spillis, bara vegna ringar arbeiðsumstøður. Eg havi sjálvur verið handverkari og veit hvussu torført tað er at arbeiða úti í ringum veðri.
Við Krympiplast fær arbeiðsfólkið betur umstøður og tað ávirkar heilt sikkurt effektivitetin. Eg eri vísur í, at man sparir plastið innaftur í arbeiðstíð.
Tað eru onnur við mær, ið halda at krympiplast er tann besta loysnin. Tíbetur vóru øll samd um at taka prensendingina av og dekka takið til við krympaplast ístaðin.
Vit skuldu gera ein kvist, ið var rættiliga torførur at byggja.
Jógvan Niclasen, Byggilist Sp/f
Hesin kvisturin hevur nógvar serligar smálutir og skap. Um hann ikki varð dekkaður inn í sterkt og haldbart tilfar, so bar ikki til at byggja hann.
Tíð hevur alt at siga, tá slík arbeiðir skulu gerast. Húsini skulu opnast og kemur væta inn, kann tað fáa vanlukkuligar fylgjur fyri húsini.
Vanliga, tá ið vit byggja kvistar, laga vit okkum til eftir veðrinum. Síðan opna vit húsini, byggja kvistin, og fáa hann lokaðan inni. Alt sama dag. Tað var ógjørligt at fáa alt hetta gjørt nóg skjótt, so vit mátti finna eina arða loysn. Vit høvdu hoyrt gott um Krympiplast og valdu at royna hesa loysnina.
Tað er ein stórur tryggleiki at vita at arbeiðið stendur væl og at húsini eru vard. Man hevur gingið mangar svøvnleysar nætur og ivast í um alt er í lagið, tá vit hava gjørt líknandi arbeiði fyrr. Tað var ikki óvanligt at fara upp at stramma dúkar o.a. í illveðri.
Hetta er fyrstu ferð vit nýta Krympiplast, men absolutt ikki seinastu ferð


Ongin uppgáva for løgin til Krympiplast
Jústines Justinussen, Havsbrún
Okkum vitandi er hetta einasta uppgávan av sínum slag í heiminum.
Havsbrún goymir vøru í goymslutunnlum. Í slíkum tunnlum sivar nakað av vatni ígøgnum bergið. Tí er neyðugt at verja vøruna so hon ikki gerst vát.
Avbjóðingin við goymslu tunnlum, er at vatn sivar niður gjøgnum bergið. Tí má okkurt gerast fyri at verja vøruna. Men loftið hevur eitt hálvmánaskap, er ógvuliga óslætt og vátt. So tað er ikki so líkatil at leggja nakað uppundir.
Ein annar avgerandi faktorur var at tilfarið mátti verða branntryggjað. Vanligt plastikk er eldfimt og hevði tí ikki lokið krøvini fyri branntrygd. Tí var tað heppið at Krympiplast eisini fæst sum branntarnandi plastikk.
Skuldi hol komið á plastið, so er tað lætt at bøta.
Vit eru sera nøgd við úrslitið og vit kunnu nú líta á, at fólk og vøra eru trygg í goymslutunnli okkara.
Krympiplast.fo hevur spurt seg fyri hjá veitarum, um nøkur líknandi uppgáva er gjørd arðasteðs. Enn hevur ongin hoyrt um nakra. Tí tora vit at siga, at hetta allarhelst er einasta uppgáva av sínum slag í heimunum.
Vit skuldu havt brúkt Krympiplast frá byrjan.
Johnny, MT Højgaard
Vit høvdu eitt stórt tak at skifta. At byrja við hevði man samtykt at skifta eitt petti á gangin og bert leggja vanliga presending útyvir ta petti, ið arbeitt var við.
Hetta var stríggið og ringt at fáast við, serliga tí vit hava so skiftandi veður. Tað er altavgerandi at tilfarið undir tí nýggja takinum ikki blívur vátt. Men við einari veikari loysn, sum vit høvdu í byrjanina, var tað ógvuliga ringt at unnganga.
Ein stórur partur av tíðini fór við at rigga av og rigga til. Áðrenn vit vóru komin ordeligt í gongd við takið, vóru vit 3 vikur afturút.
Tá vistu vit at okkurt mátti henda skjótt og fingu tí krympiplast út. Krympiplast er sterkt og lætt at arbeiða við at tað gekk lutfalsliga skjótt at fáa upp.
Tá ið Krympiplast loksins var komið á, arbeiddu vit mistu tíðina inn uppá uml 10 dagar.

Nøkur gjørd arbeiði



Bygningur í Tórshavn

Handan Krympiplast dúkin, verður eitt spennandi hús bygt.














SAMBAND
Fyrispurningar
Samband
Vinarliga seti tygum í samband við okkum á telefon 211200 ella á mail. krympiplast@gmail.com
Starvsfólk
Rasmus Magnussen